Samband 

Fa. Dygd 
Dvørgasteinsvegur 5 
FO-485 Skálafjørður 

Fax: 44 20 71 
dygd@dygd.fo

Tel: 74 20 71

Innaneftirlit

Íverkseta innaneftirlit
DYGD bjóðar seg til uppbyggja og íverkseta innaneftirlit. Er tørvur á at endurskoða og dagføra innaneftirlitið, kunnu vit taka okkum av tí. 

Ein sjálvvirkandi innaneftirlitisskipan
Ein tænasta hjá DYGD, er at røkja innaneftirlitið, soleiðis at skipanin virkar av sær sjálvum. At taka sær av vikueftirliti, mánaðareftirliti og ársfjóðringseftirliti til at stuðla undir dagliga góðskueftirlitinum á virkinum. 
Talan kann verða at røkja partar ella heildarloysnir í góðskustýringini. Bæði einstakar og/ella fleiri starvsskipanir, alt eftir tørvi. Vit røkka í ein enda í annan, bæði fyrisitingarliga og á tí praktiska økinum.

Vit syrgja fyri, at øll krøv frá myndugleikum og kundum, eru virkin og dagførd, soleiðis at tykkara viðurskiftir eru uppá pláss.