Samband 

Fa. Dygd 
Dvørgasteinsvegur 5 
FO-485 Skálafjørður 

Fax: 44 20 71 
dygd@dygd.fo

Tel: 74 20 71

Starvsfólk

  Jóhanna Feilberg, sum stovnaði felagið, er útbúgvin laborantur í 1993 og hevur drúgvar starvsroyndir í føroyskum vinnulívi. Umframt fleiráraroyndir sum góðskusamskipari og leiðari av innaneftirliti hjá matvøru framleiðandi virki, hevur Jóhanna íverksett og umsitið starvsstovu til eftirlitsroyndir, framleiðsuroyndir og gransking, serliga innan saltfiskavinnu. HACCP góðskustýringarskipan, sum verður nýtt í sambandi við matvørutrygd, hevur verið ein natúrligur partur av arbeiðinum øll hesi árini. 

Jóhanna er eisini Intern Auditor fyri ISO 22000/IFS/BRC. og lokið Vinnubúskap, Leiðsu í verki, Leiðaraskap og Fyrisiting sum stakgreinar innan Akademiútbúgvingina. 


Dánjal Klakk er útbúgvin Skipsførari og Fiskeriteknolog, og hevur drúgvar royndir innan fiskiídnaðin á landi og til sjós. Hann hevur starvast sum virkis- og góðskuleiðari á m.a.. Kósin Seafood, PureWater, og M/T Skálaberg. Harumframt fleiri ár sum lærari og verkætlanarleiðari á Fiskivinnuskúla Føroya. 

Seinnu árini hevur hann starvast sum lærari á Vinnuháskúlanum.