
Reinføriskanningar
ReinføriskanningarDygd kannar virkið og framleiðsluútgerð við ATP - tøkni ella Ridacount Total.
Kann fyriskipast um sjálvvirkandi tænasta ella gerast eftir tørvi.
ATP- tøkni gevur úrslit beinavegin, meðan RIDACOUNT Total gevur úrslit aftaná 24-48 tímar.
Listeria
Er Listeria staðfest í vøru tykkara, kunnu vit finna fram til, hvaðani hetta stavar.
Vit kanna framleiðsluútgerðina og finna fram til reiðrið. Hjálpa við útrudding og fyribyrging.
Aðrar mikrobiologiskar reinføriskanningar
Coliformar, úrslitini klár aftaná 24 tímar
PDX-30 Listeria ,úrslitini klár aftaná 24-30 tímar.
Um tørvur er á øðrum kanningum enn tær, sum valt er at umsita,
kunnu vit tosa um tørvin og síðan seta tað í verki.




